Týskvøldið spælir føroyska landsliðið seinasta dystinum í hesum umfarinum, tá Føroyar og Eysturríki møtast á Tórsvølli
Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum í samband við HM-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld kl. 19:45 eru í hæddini, og fyrrapartin í dag hevði landsliðið seinastu venjingina undan dystinum.
Eftir føroyska avrikið fríggjadagin, tá Føroyar spældu javnleik 1-1 ímóti Kasakstan, eru smávegis skaðar í føroyska hópinum. Kortini verður roknað við, at allir leikararnir verða klárir til dystin ímóti Eysturríki, ið verður tann seinasta í hesum umfarinum.
Landsliðið hjá Eysturríki kom til landið í gjár, og á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun, segði eysturríkski venjarin, Marcel Koller, at teir ætla sær øll stigini í morgin.
– Eg kenni væl søguna millum Føroyar og Eysturríki, men eg kann bara fyrihalda meg til seinasta dystin ímóti Føroyum. Kortini haldi eg, at føroyska liðið er betri fyri nú, enn tá vit møttust í mars mánaða, segði Marcel Koller á tíðindafundinum.
– Tað er eingin ivi í, at vit eru komnir her fyri at vinna, tí vit ynskja at enda hesa kappingina væl, nú tað ikki eydnaðist okkum at koma víðari úr bólkinum, segði Marcel Koller við føroysku og eysturríksku tíðindafólkini, ið eru nógv í tali.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríki verður bríkslaður í gongd kl. 19:45. Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast í EFFO í Gundadali.