Fyrireikingarnar til komandi EM-undankapingardystir eru av álvara farnar í gongd, og síðstu dagarnar hevur føroyski hópurin vant á gamla stadion hjá Malmø FF

——————

– Tíverri er Heini Vatnsdal skaddur. Eitt bein í fótinum er brotið, og hann verður tískil ikki tøkur næstu vikurnar. Annars eru allir spælararnir væl fyri, sigur landsliðslæknin, Elmar Ósá við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnapartin sunnudagin samlaðist føroyski A-landsliðshópurin við monnum í Malmø í Svøríki, har liðið hevur fyrireikað seg til landsdystirnar móti Póllandi og Moldova. Umstøðurnar í svenska býnum hava verið góðar, samstundis sum spælararnir hava havt møguleikan at vant á grasi.

Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður hóskvøldið klokkan 20:45 lokala tíð í Warszawa, sum er klokkan 19:45 í Føroyum, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 spæla Føroyar og Moldova á Tórsvølli.

Atgongumerki til dystirnar móti Póllandi og Moldova fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Umframt vanligu atgongumerkini til dystin móti Moldova, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.

Myndir: Hans Erik Danielsen