Við 3-1 sigri á Lettlandi staðfestu føroysku kvinnurnar, at tær vóru besta lið í Baltic Cup 2016. Málini í seinasta dystinum skoraðu Olga Kristina Hansen, Maria K. Thomsen og Milja R. Simonsen
– Vit hava lært nógv í kappingini, sum vit kunnu taka við okkum víðari. Og at vit at enda vinna kappingina er jú bara stuttligt og ein góð byrjan uppá hesa ”nýggju byrjanina” við kvinnulandsliðnum, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, eftir at Føroyar vunnu Baltic Cup 2016.
Sunnudagin spældi føroyska kvinnulandsliðið triðja og seinasta dystin í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið spælt í Riga í Lettlandi. Fyrsti dysturin endaði við javnleiki 2-2 ímóti Estlandi, og síðani vunnu okkara kvinnur 1-0 á Litava. Sigurin í triðja dystinum, sum var ímóti vertunum úr Lettlandi, hevðí tískil við sær, at Føroyar vunnu kappingina.
Tað byrjaði eisini væl ímóti lettlendsku kvinnunum. Føroyska liðið sat á tí mesta av spælinum í fyrra hálvleiki, og beint áðrenn steðgin legði Olga Kristina Hansen Føroyar á sigurskós.
Aftaná hvíldina hildu okkara kvinnur fram við at hava leikligan yvirvág, og við málum frá Mariu K. Thomsen og Milju R. Simonsen kom føroyska liðið á odda 3-0. Men eftir hetta kom lettlendska liðið meir við í dystin, og minkaðu løtu seinni um munin, og vóru eisini nær við at fáa fleiri mál. Men nærri enn 3-1 komu vertirnir ongantíð.
– Okkara kvinnur vóru merktar av møði seinastu tíggju minuttirnar, men kempa kortini sera væl, og vinna eisini fult uppiborið, sigur Pætur Clementsen at enda úr Riga.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar mánadagin.