FSF hevur avgjørt, at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur. Sjálvt endaspælið verður í Kanada í 2015
Á starvsnevndarfundi hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum varð hildin mánadagin 29. oktober, varð avgjørt at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur, umframt at nýggja loyvishondbókin varð samtykt, og at aðalfundur FSF’s komandi ár verður hildin leygardagin 23. februar 2013.

Loyvishondbókin
Ronnie Háfoss, loyvisstjóri hjá FSF, hevur arbeitt við at gera eina nýggja UEFA-loyvishondbók, sum er gjørd í tøttum samstarvi við UEFA-loyvisumsitingina.
Tá loyvisskipanin verður broytt, er mannagongdin hon, at starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya samtykkir broytingarnar, sum síðani verða sendar til europeisku fótbóltssamgonguna, UEFA, at eftirkannast.
Broytingarnar í loyvishondbókini koma í gildi, tá starvsnevnd FSF’s hevur góðkent tær. Men hevur UEFA viðmerkingar, so verða hesar tiknar við í næstu rundu.
UEFA hevur sett sum krav, at loyvishondbókin verður betri kjølfest í sjálvum FSF-lógunum. Men av tí at Fótbóltssamband Føroya ikki hevur aðalfund fyrr enn í februar 2013, so kann tað ikki gerast fyrr enn lógarbroytingar eru framdar á aðalfundinum.
Loyvisskipanin er gjørd soleiðis, at hon verður endurskoðað á hvørjum ári, og er ætlanin at skipanin skal endurskoðast í august/september hvørt ár.
Áðrenn starvsnevndin samtykti nýggja loyvisskipanina, vórðu loyviskrøvini til venjarar broytt, soleiðis at tey nýggju krøvini ikki koma í gildi fyrr enn í 2014.

Kvinnurnar til HM-undankapping
A-landsliðið við kvinnum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til venjingardyst móti Luksembourg seinni í hesum mánaðinum, skal komandi ár taka lut í undankappingini til HM.
Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga avgjørt, at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur.
Undankappingin byrjar í september komandi ár, men tó er tað soleiðis, at um fleiri enn 42 lond í Europa boða frá luttøku, so verður ein undan undankapping í døgunum 4. til 9. apríl 2013, sum er fyri tey lægst "seedaðu" londini.
Lutakastið til undan undankappingina verður 18. desember 2012, meðan lutakastið til undankappingina verður 28. februar komandi ár.
Sjálvt HM-endaspælið verður í Kanada í 2015.
Seinast føroyska kvinnulandsliðið spældi undankappingardyst, var í mars 2011, tá liðið spældi tríggjar undan undankappingdystir til EM 2013.

34. aðalfundur FSF’s
Á starvsnevndarfundi 29. oktober varð eisini samtykt, at næsti aðalfundur hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum verður tann 34. í røðini, verður hildin leygardagin 23. februar.