Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra dystin á venjingarleguni í Íslandi. Úrslitið í Reykjaneshøllini gjørdist 5-0 til íslendsku vertirnar
– Tað er ongantíð í lagi at tapa, men í hesum føri var úrslitið ikki tað viktigasta. Vit fingu møguleikan at síggja, hvussu okkara leikarar eru fyri, og eisini sóu vit nakrar nýggjar leikarar royna seg á landsliðnum, sigur Jón Pauli Olsen, venjari.

Tíðliga í morgun (fríggjadag) setti føroyska liðið kós ímóti Keflavík, og longu klokkan fýra seinnapartin var fyrri venjingardysturin ímóti íslendska U19-landsliðnum á skránni.

Undan dystinum varð roknað við, at íslendsku kvinnurnar fóru at leggja stórt trýst á okkara, og soleiðis bleiv eisini. Úrslitið í Reykjaneshøllini gjørdist 5-0 til vertirnar, eftir 3-0 leiðslu í steðginum.

Støðið á íslendskum kvinnufótbólti er høgt. Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Ísland nummar 20, meðan Føroyar eru nummar 84 av teimum 181 limalondunum í FIFA, sum hava skipaðan kvinnufótbólt.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum á venjingarleguni í Íslandi verður sunudagin klokkan 18:00 á Akranesi.

Myndir

Málini í dystinum kunnu síggjast her: