Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti seinasta dystin í undankappigini til HM 2015. Úrslitið gjørdist 3-0 til Norðurírland
Føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen væntaði ein torføran dyst ímóti Norðurírlandi, og soleiðis varð eisini.

Dysturin á Mournewiev Park í Lurgan endaði við 3-0 sigri til norðurírsku vertirnar, ið vóru á odda við einum í steðginum.

Endaliga støðan í bólki 4:
1. Svøríki, 30 stig
2. Skotland, 24 stig
3. Pólland, 16 stig
4. Bosnia-Hersigovina, 9 stig
5. Norðurírland, 5 stig
6. Føroyar, 2 stig

HM 2015 fyri kvinnur verður í Kanada.