Føroyska kvinnulandsliðið er av álvara farið undir fyrireikingarnar til dystin ímóti Svøríki, sum verður hósdagin
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, og Aleksandar Djordjevic, hjálparvenjari, eru saman við føroyska kvinnulandsliðnum av álvara farnir undir fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Svøríki, sum verður á Tórsvølli komandi hósdag.

Føroyska liðið hevði fyrstu venjingina leygardagin, og sum heild eru allar væl fyri. Tó hevur Liljan av Fløtum Petersen havt smávegis trupulleikari við fótinum, og enn er ivasamt, um Liljan verður klár til dystin, sum av fleiri verður mettur sum størsti dystur nakrantíð, ið eitt føroyskt kvinnulandslið hevur havt á heimavølli.

Hetta verður eisini ein stór og krevjandi avbjóðing fyri føroysku kvinnurnar. Svenska kvinnulandsliðið telist nevniliga millum heimsins bestu, og á seinasta styrkislistanum hjá FIFA, eru svensku kvinnurnar nummar fimm. Í HM-endaspælinum fyri trimum árum síðani bleiv Svøríki nummar trý.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00. Ókeypis atgongd verður til dystin.