FSF hevur gjørt avtalu við Alexander Djordjevic og Lennard Pedersen, um at verða hjálparvenjarar hjá føroyska kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping
Stórar avbjóðingar bíða føroyska kvinnulandsliðnum, nú tær fyri fyrstu fer nakrantíð skulu luttaka í einari HM-undankapping.
Føroyar er komið í bólk saman við Skotlandi, Póllandi, Svøríki, Bosnia/Hersegovina og Norður Írlandi, og fyrstu dystur í kappingini er á skránni um góðar tríggjar vikur, sunnudagin 22. september, tá Skotland kemur á vitjan í Føroyum.
Høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Jón Pauli Olsen, og nú er greitt, at Alexander Djordjevic og Lennard Pedersen verða hjálparvenjarar, har Lennard serliga kemur at taka sær av málmansvenjingunum.
Avtalan millum Fótbóltssamband Føroya og venjararnar er galdandi til endan av 2014, tá komandi undankapping endar.
Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður spældur 22. september, tá Skotland kemur á vitjan, og fýra dagar seinni skal føroyska kvinnulandsliðið spæla á útivølli móti Póllandi. Triðji og seinasti dystur hjá kvinnunum í ár, verður í Svøríki tann 31. oktober.
Komandi ár verða so hinir sjey undankappingardystirnar spældir. Bosnia/Hersegovia og Norður Írland koma á vitjan í apríl, í mai kemur Pólland hendanvegin, og í juni mánaða vitjar Svøríki í Føroyum. Í august mánaða skal føroyska liðið royna seg á útivølli móti Bosnia/Hersegovina, og í september komandi ár verða seinastu dystirnir spældir í Skotlandi og í Norður Írlandi.