Týsdagin kom føroyska kvinnulandsliðið til Vilnius í Litava, har tær næstu dagarnar skulu luttaka í undan undankapping til HM í 2015

Fyrireikingarnar til HM-undankappingina hava gingið væl, og sum heild eru allar tær føroysku kvinnurnar væl fyri. Tó hevur Bjarta Johansen meiðsla sær økslina so mikið álvarsliga, at hon ikki verður klár til dystirnar ímóti Montenegro, Litava og Georgia. Í staðin fyri málverjan úr B36, hevur Jón Pauli Olsen sent boð eftir Ninu Davidsen úr Víkingi.

Móti Montenegro í kulda
Litaviski høvuðsstaðurin hevur í vetur verið raktur av einum longum og køldum vetri, og tá føroyska ferðalagið kom til Vilnius týsdagin, var framvegis sera kalt og nógvur kavi.

Veðurforsøgnirnar fyri komandi dagarnar boða eisini frá framhaldandi kulda og nógvum kava.

Fyrsti dystur hjá føroysku kvinnunum í HM-undankappingini í Litava verður á middegi hósdagin, tá Føroyar og Montenegro møtast á LFF Leikvøllinum í Vilnius.

Dysturin byrjar kl. 14 lokala tíð, sum er klokkan 12 føroyska tíð.

Leygardagin spæla Litava og Føroya, og seinasti dystur verður týsdagin 9. apríl, tá føroysku kvinnurnar skulu royna seg ímóti Georgia.


Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari