Fyrireikingarnar til undankappingardystin ímóti Póllandi, sum verður spældur hósdagin, eru av álvara farnar í gongd
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, er av álvara farin undir fyrireikingarnar til næsta undankappingardyst hjá kvinnum, sum verður á Svangaskarði komandi hósdag.

Og tað verður ein trupul uppgáva fyri føroyska liðið, tá Pólland hesaferð kemur á vitjan. Fyri góðum mánaða síðan vunnu føroysku kvinnurnar fyrstu stigini í HM-undankappingini, við at spæla javnleik ímóti Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi. Men roknað verður við, at tær polsku eru nakað sterkari enn tær bosnisku og norðurírsku kvinnurnar.

Tá liðini hittust á Oporowska Leikvøllinum í Wroclaw í Póllandi í september í fjør, gjørdist úrslitið 6-0 til Pólland, sum í løtuni er á 3. plássi í HM-undankappingarbólki 4, við seks stigum fyri fimm dystir. Føroysku kvinnurnar eru á einum deildum fjórða plássi í bólkinum við tveimum stigum, ið er sama stigatal sum Bosnia/Hersigovina og Norðurírland eisini hava.

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður spældur á Svangaskarði hósdagin 8. mai, klokkan 17:00, og tað verður ókeypis atgongd.

Myndir