Turkaland, Montenegro og Luksemborg verða mótstøðuliðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í apríl mánaða skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum
– Hetta er ein sterkur bólkur, men vit fara sjálvandi eftir at spæla okkara víðari til sjálva HM-undankappingina, sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu teir fýra innleiðandi bólkarnir til næstu HM-undankapping skulu síggja út. Vinnararnir og besti 2’arin fara víðari til sjálva HM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Føroyar, sum eisini vera ein av vertunum í innleiðandi kappingini, endaðu í bólki D saman við Turkalandi, Montenegro og Luksemborg. Og sambært landsliðsvenjaranum, so verður hetta ein stór uppgáva, men møguleikin, at spæla seg víðari, er til staðar.

– Turkaland er styrkismett hægst av øllum londunum í innleiðandi umfarinum, so tað verður ein stór uppgáva. Luksemborg hava vit spælt ímóti fyri ikki so langara tíð síðani, og har meti eg at vit hava ein møguleika, um vit avrika væl. Hinvegin kenni eg ikki nakað serligt til Montenegro, so har veit eg ikki heilt, hvat vit kunnu vænta, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Í næstum fer landsliðsvenjarin at fáa fatur í dystum og viðkomandi upplýsingum um mótstøðuliðini, so føroysku kvinnurnar eru so væl fyrireikaðar sum tilber. Kappingin verður spæld frá 6. til 11. apríl.

Bólkur A
Georgia (vertir)
Lettland
Estland
Kasakstan

Bólkur B
Albania (vertir)
Kosovo
Malta
Grikkaland

Bólkur C
Litava (vertir)
Andorra
Moldova
Ísrael

Bólkur D
Føroyar (vertir)
Luksemborg
Montenegro
Turkaland