Lutakastið í samband við HM-undankappingina hjá kvinnum hevur verið í dag. Føroyar kom í bólk saman við Georgia, Montenegro og Litava
Í døgunum 4. til 9. apríl komandi ár skulu føroysku kvinnurnar fyri fyrstu fer luttaka í HM-undankapping, og eftir lutakast í Nyon í Sveis í dag er nú greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti um góðar tríggjar mánaðar.
Føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk 2, saman við Georgia, Montenegro og Litava, sum verður vertur fyri undankappingini.
Føroyar ovast á styrkislistanum
Um hugt verður eftir styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, so er hetta ein sera spennandi undankappingarbólkur fyri føroysku kvinnurnar.
Í løtuni er Føroyar nummar 72 á FIFA-listanum, sjey pláss frammanfyri Litava, sum er á 79. plássi, meðan Georgia og Montenegro eru á einum deildum 131. plássi, sambært styrkislistanum hjá FIFA.
Tvey lond sleppa víðari úr bólkinun, sum síðani aftur skulu í eina undankapping, áðrenn seinastu londini fara til sjálvt HM-endaspælið, sum verður í Kanada í 2015.
Seinast føroyska kvinnulandsliðið var í dysti, var 28. november í ár, tá føroysku kvinnurnar á útivølli vunnu 6-0 í venjingardysti móti Luksembourg.