Lutakast um hvussu spælast skal í komandi HM-undankapping fyri kvinnur hevur verið í dag, og fyri føroyska landsliðið gjørdist talan um eitt gott lutakast
Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal føroyska kvinnulandsliðið taka lut í einari HM-undankapping, og eftir lutakast í Nyon í Sveis er nú greitt, hvørjum londum Føroyar skal spæla ímóti.
Føroyska landsliðið kom í bólk 4 saman við Svøríki, Skotlandi, Norður Írlandi, Póllandi og Bosnia/Hersegovina.
Eftir lutakastið samráddust londini í bólki 4 um skránna, og tað endaði við, at føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tríggjar dystir í ár, og sjey HM-undankappingardystir í 2014.
HM-endaspælið verður í Kanada í 2015.
Skráin:
|
22. september 2013 |
Føroyar – Skotland |
|
26. september 2013 |
Pólland – Føroyar |
|
31. oktober 2013 |
Svøríki – Føroyar |
|
|
|
|
5. apríl 2014 |
Føroyar – Bosnia/H. |
|
9. apríl 2014 |
Føroyar – Norður Írland |
|
8. mai 2014 |
Førouar – Pólland |
|
19. juni |
Føroyar – Svøríki |
|
20. august 2014 |
Bosnia/H. – Føroyar |
|
13. september 2014 |
Skotland – Føroyar |
|
17. september 2014 |
Norður Írland – Føroyar |