Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið ein bruttohóp við 22 leikarum til undankappingardystirnar sum verða í apríl ímóti Bosnia og Norðurírlandi
Fyrst í apríl mánaða skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá føroyska liðið á heimavølli skal royna seg ímóti Bosnia og Norðurírlandi.

Í hesum sambandi hevur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 22 leikarum, ið skulu fyrireika seg til næstu HM-undankappingardystirnar.

– Vit fyrireika okkum so væl sum tilber, við minst einari venjing um vikuna, venjingardystum og eini venjingarlegu, sum verður um mánaðarskifti februar-mars, sigur Jón Pauli Olsen.

Tær 22, ið eru úttiknar til føroyska landsliðshópin, eru hesar:
Randi Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Monika Biskopstø, Eyðvør Klakstein, Laila Pætursdóttir og Annika Petersen, KÍ.
Sigrun K. Kristiansen, Ansy Sevdal, Íðunn Magnussen og Fríðrún Danielsen, EB/Streymur / Skála.
Lea Reginsdóttir, AB.
Lív F. Arge, Milja R. Simonsen, Elin Maria Isaksen, Nina Davidsen, Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum Petersen, HB.
Ásla Johannesen, B36.
Sigrid Petersen, ÍF.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK).

HM-undankappingardystirnir ímóti Bosnia og Norðurírlandi verða ávikavist 5. og 9. apríl.