Fimm leikarar í føroyska hópinum hava smávegis skaðar at dragast við undan seinasta HM-undankappingardystinum á hesum sinni, sum verður ímóti Norðurírlandi mikukvøldið

Føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í løtuni til seinasta dystin í hesari HM-undankappingini, sum verður á útivølli ímóti Norðurírlandi mikukvøldið.

Fyrireikingarnar hava gingið væl, men sambært venjaranum, Jón Paula Olsen, so hava fimm leikarar smávegis skaðar at dragast við, og í løtuni er sera ivasamt, um Heidi Sevdal, ið hevur verið ein støðug hóttan í føroyska álopinum, verður klár til dystin ímóti norðurírsku kvinnunum.

– Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen, Valgerð Andreasen og Elin Maria Isaksen hava smávegis skaðar at dragast við, og har afturat er sera ivasamt um Heidi Sevdal verður klár til dystin, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

Føroyska liðið hevur fingið tvey stig í hesari undankappingini, ið eru vunnin á heimavølli ímóti Bosnia-Hersigovina og Norðurírlandi. Eisini tær norðurírsku hava vunnið sær tvey stig í kappingini, og tí er týdningarmikið, at okkara kvinnur ikki tapa seinna dystin ímóti Norðurírlandi.

– Tær norðurírsku eru kropsliga væl fyri og rættuliga ágangandi í teirra spæli. Tí kunnu vit vænta ein truplan dyst, men vit fara at stríðast fyri at varðveita verandi støðu í bólkinum, og vit skulu helst ikki enda aftanfyri Norðurírland á stigatalvuni, sigur Jón Pauli Olsen at enda.

HM-undankappingardysturin millum Norðurírlandi og Føroyar á Mournewiew Park í Lurgan í Norðurírlandi verður bríkslaður í gongd kl. 19:30, føroyska tíð.

Støðan í HM-undankappingarbólki 4

Nr.

Land

Dystir

Mál

Stig

1

Svøríki

9

30-1

27

2

Skotland

9

37-6

24

3

Pólland

9

17-13

13

4

Bosnia-Hersigovina

9

6-16

9

5

Føroyar

9

3-38

2

6

Norðurírland

9

0-19

2