Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum er nú klár, og 23. mars verður fyrsta umfar á skránni. Næstbesta deildin hjá kvinnum byrjar 14. apríl
Níggju feløg hava boðað frá luttøku í bestu deildini hjá kvinnnum, nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og leygardagin 23. mars verður fyrsta umfar spælt.
Føroyameistararnir seinastu árini, KÍ, leggja fyri á útivølli móti ÍF, meðan hinir dystirnir í 1. umfari vera HB-B36, B68/NSÍ-EB/Streymur og AB-Skála.
Níggjunda liðið í bestu deildini hjá kvinnum er Víkingur, sum í sínum fyrsta dysti á heimavølli tekur ímóti ÍF, sum verður 28. mars, tá 2. umfari er á skránni.
Eftir 2. umfari verður stuttur steðgur í kappingini í góðar tríggjar vikur, í samband við HM-luttøkuna hjá kvinnulandsliðið í Litava, og fýralandakapping hjá U17 Gentum, sum verður í Wales.
Enda 12. oktober
Seinasta umfar fyri steðgin verður spælt sunnudagin 7. juli, og síðani verður lagt fyri aftur 18. august, tá 12. umfar er á skránni.
Landskappingin í 1. deild hjá kvinnum endar leygardagin 12. oktober.
Í seinasta umfari verður spælt soleiðis: Víkingur-KÍ, ÍF-B36, HB-EB/Streymur og B68/NSÍ-Skála.
2. deild kvinnur
Eisini í næstbestu deildini hjá kvinnum er nú klárt at byrja, har seks feløg – B36, Undrið FF, FC Suðuroy, MB, FF Giza og KÍ – fara at luttaka.
Fyrsta umfar í 2. deild hjá kvinnum verður spælt 14. apríl, meðan seinasta umfar er á skránni leygardagin 21. september.
Í alt verða 15 umfør spæld í næstbestu deildini hjá kvinnum. Hetta merkir, at liðini koma at møta hvør øðrum tríggjar ferðir.