Nú er greitt hvussu spælt verður í 1. deild hjá kvinnum komandi kappingarár
Tíggju lið hava boðað frá luttøku til komandi kappingarár í 1. deild hjá kvinnum, sum byrjar sunnudagin 1. apríl. Hetta eru fýra lið fleiri enn í fjør, tá seks lið spældu í bestu deildini hjá kvinnum.
Nýggj lið í bestu kvinnudeildini eru felagsliðið B68/NSÍ, ÍF, HB og FC Suðuroy.
Liðini spæla tvær ferðir móti hvør øðrum, og tilsamans verða 18 umfør spæld.
Fyrsta umfar er sett at verða spælt sunnudagin 1. apríl, og tá verður spælt soleiðis:
Víkingur-Skála
B36-ÍF
AB-EB/Streymur
KÍ-FC Suðuroy
HB-B68/NSÍ
Síðani verða 12 umfør spæld áðrenn summarsteðgin. Seinastu dystir í fyrru hálvu av kappingini eru á skránni 1. juli.
Kappingin verður tikin upp aftur 3. august, og spælt verður til 23. september, tá føroyameistarin 2012 í 1. deild hjá kvinnum er funnin.
Í seinasta umfari møtast liðini soleiðis:
AB-KÍ
B68/NSÍ-EB/Streymur
HB-FC Suðuroy
B36-Skála
Víkingur-ÍF