Í kvøld verður fult umfar í Betri Deildini hjá kvinnum, hetta er samstundis seinasta umfar áðrenn landsliðssteðgin


A-landsliðið hjá kvinnum skal í komandi viku spæla tveir EM undankappingardystir, men fyrst verður fult umfar í heimligu kappingini.

Kl. 19.00: B36 – EBS/Skála á ovara vølli í Gundadali
Armarnir fóru langt uppum høvd hjá B36 kvinnunum, tá tær vunnu grannauppgerðina móti HB í seinasta umfari, og í kvøld skuldi ligið væl fyri hjá teimum at heinta trý stig afturat inn á kontuna.

Tí hóast EBS/Skála ikki manglar vilja og arbeiðsinnsats, so mangla tær royndir og breidd til at vinna á hinum liðunum. Ikki tí, tær hava fyrr í ár spælt javnleik móti júst B36, og unga felagsliðið er ikki viknað síðan tá, tvørturímóti.

Heimavøllurin, dygdirnar í hópinum og motivatiónin til at vera við í heiðursmerkjastríðnum, fáa samanlagt favorittpílarnar at peika á B36 til dystin í kvøld.

Kl. 19.15: KÍ – ÍVB við Djúpumýru
Eftir at gullið varð tryggjað við drúgvari sigursrøð í næstseinasta umfari, setti KÍ fyri fyrstu ferð í ár stig til í seinasta dysti, tá tær spældu javnt móti NSÍ.

Oddaliðið tykist tó ikki at hava slakað. Uppskriftin og manningin er hin sama, og leikgongdin í javnleikinum minti um nógvar av undanfarnu dystunum hjá KÍ í ár. Munurin var bert, at tað hesaferð eydnaðist NSÍ at gera tað, sum tær høvdu verið heilt nær við at gjørt fyrr í ár.

Í kvøld verður tað so felagsliðið ÍVB, sum kemur á vitjan hjá meistarunum, sum óivað longu kenna sigurssvongd á sær aftur. KÍ er eisini greiður favorittur til dystin á heimavølli.

Breiddin og styrkin í hópinum er munandi betri enn hjá mótstøðuliðnum, og í toppskjúttanum Evy á Lakjuni hevur KÍ ein skjótan og evnaríkan leikara, sum er við í tí mesta, sum hendir frameftir vøllinum. 

Hjá ÍVB hevur hópurin verið plágaður av skaðum gjøgnum alt kappingarárið, men við lyklaleikarum sum Jacobu Langgaard, Jensu Tórolvsdóttir og Monu Rasmusdóttir, sum sínamillum hava skotið mest sum øll málini hjá ÍVB í ár, hava tær fingið 16 stig og eru tí nærmasti kappingarneyti hjá NSÍ um annaðplássið.

Í kvøld mugu tær tó klára seg uttan Jacobu Langgaard, sum hevur leikbann, og hetta ger liðið veikari. Ikki minst í verjupartinum, sum má væntast at fáa stóran týdning júst móti KÍ.

 

Kl. 19.30: HB – NSÍ á Tórsvølli
Tað hevur sum heild verið javnt í dystunum millum HB og NSÍ í ár. Men við stimanum, sum liðini eru í í løtuni, má NSÍ metast sum favorittur í hesum seinasta dystinum teirra millum í ár. Tvær ferðir eru liðini blivin samd um javnleik, og í fyrra dystinum í Havn vann NSÍ við tveimum málum móti ongum.

Hóast nógvir góðir og evnaríkir leikarar manna HB liðið, so hevur hetta als ikki verið teirra kappingarár. Tær hava havt trupult við at skora mál og avgerða sínar dystir, og hava tí fingið fleiri javnleikir enn sigrar. Tað sæst aftur á stigatalvuni, har HB hevur 14 stig fyri 14 dystir.

Runavíkingar liggja væl betur fyri á stigatalvuni, har tær eru á øðrum plássi og í beinleiðis kapping við ÍVB um silvurheiðursmerkini. Í farnu viku megnaðu tær sum fyrsta liðið í ár at taka stig frá KÍ – og hetta enntá uttan toppskjúttan Heidi Sevdal, sum er við aftur á liðnum í kvøld.