Betri Deildin hjá kvinnum fer nú varliga í gongd aftur við einum dysti sunnudagin, tveimum dystum mikukvøldið og síðan fullum umfari annan sunnudag


Eftir ein óynsktan, men neyðugan steðg, verður landskappingin hjá kvinnum nú varliga tikin upp aftur. Fyrsti dysturin eftir steðgin verður í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍVB tekur ímóti oddaliðnum KÍ sunnudagin kl. 12:15.

KÍ hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár og má framhaldandi roknast sum greiður favorittur hvørt umfar – eisini sjálvt um sigrarnir ikki hava verið tankavekjandi stórir. Oddaliðið hevur snøgt sagt breiddina, dygdina og hugburðin til støðugt at leggja trý stig afturat á talvuni hvørt umfar.

Hjá ÍVB ræður um at finna stevið á liðnum, sum alt árið hevur verið darvað av skaðum. Nú má felagsliðið eisini klára seg uttan fasta málverjan Hjørdis Nesá, sum er farin av landinum í lestrarørindum og verjuskansan Maibritt Olsen, sum ikki er tøk sunnudagin.

Nakrar broytingar eru gjørdar í leikskránni komandi tíðina, fyri at innheinta mistu umførini, og komandi dystirnir eru nú hesir: 

Sunnudagin 23. august
ÍVB – KÍ kl. 12:15

Mikudagin 26. august
KÍ – EBS/Skála
HB – NSÍ

Sunnudagin 30. august
NSÍ – ÍVB
EBS/Skála – HB
B36 – KÍ