Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe eru settir sum venjarar hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum 28. november skal royna seg í venjingardysti móti Luksembourg
Við árslok í fjør takkaði Álvur Hansen fyri seg sum venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og nú er greitt, at tað verða Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe, sum í løtuni eru venjarar á ávikavist U17- og U19-kvinnulandsliðnum, ið skulu standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum, tá tær 28. november skulu royna seg í venjingardysti á útivølli móti Luksembourg.

Seinast føroyska kvinnulandsliðið var í kapping, var í mars mánað í 2011, tá tær luttóku í EM-undankapping á Malta.

Avtalan millum Jón Paula Olsen og Rúna Nolsøe, og Fótbóltssamband Føroya er í fyrsta umfari bara galdandi fyri venjingardystin móti Luksembourg í november.