Í kvøld hittast U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina á Tórsvølli – her er ymisk kunning í samband við dystin


Dysturin millum Føroyar og Ukraina byrjar kl. 18.00 og dyrnar á Tórsvølli lata upp kl. 17.00. Áskoðarar við vanligum atgongumerkjum kunnu brúka inngongd B (á eystaru langsíðu), meðan inngongd J (á vestaru síðu) er opin fyri VIP og øðrum gestum. Parkeringspláss eru vanliga tøk við høllina á Hálsi eystarumegin og aftanfyri vestara skýlið í Gundadali.

Pengarnir fyri atgongumerkjasøluna til dystin verða latnir Reyða Krossi Føroyum til teirra hjálpararbeiði í samband við kríggið í Ukraina, og U21 landsliðið vónar sjálvandi, at nógv brúka hetta høvið til at bæði stuðla liðnum á Tórsvølli og samstundis peningaliga stuðla einum góðum endamáli.

Til ber at keypa atgongumerki í netsølu her, og eftir kl. 16.00 ber til at keypa við dyrnar.

Dysturin í kvøld er samstundis hin fyrsti í nýggju landsliðsblusuni frá Erréa, og hon fæst eisini til keyps í Landsliðsbúðini við Tórsvøll frá kl. 11.00.

Niðanfyri sæst kort yvir Tórsvøll og reglugerðin fyri økið sæst her.