Magni Mohr letur væl at kropsligu støðuni hjá føroysku spælarunum, sum hósdagin skulu á vøllin at dystast við litavar

——————

A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Litava, sum verður á LFF Stadion í Vilnius hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum.

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá føroyska liðnum, og aftaná venjingina á middegi týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Magni. Hann letur sera væl at okkara spælarum, sum hava víst høgt venjingarstig, og Magni Mohr hevur tískil góðar vónir til dystin hósdagin.