Eftir eitt kappingarár við upp- og niðurtúrum, steypasigri og silvurkrónum, eru HB kvinnurnar komnar ígjøgnum ein hendingaríkan vetur, har venjingin og samanhaldið tó hava verið støðug
Rebekka Fjallsá Benbakoura var sjálv triðingur í vælsmurdu málmaskinuni hjá HB, sum í fjør var høvuðsorsøkin til, at tær reyðu og svørtu vóru við í FM-stríðnum til tað síðsta. Stóri profilurin og toppskjúttin tá var Heidi Sevdal, sum í ár fer at spæla fyri barndómsfelagið NSÍ, og tað er ein eyðsæddur missur fyri HB liðið, viðgongur Rebekka.
– Sjálvandi eru tað 25 mál, sum onkur annar nú skal skora, men Heidi hevur eisini verið stjørnan á liðnum, sum hevur gingið undan, bæði á og uttanfyri vøllin. Hon er komin við einum hugburði og seriøsiteti, sum vit aðrar nú skulu taka ábyrgd av og halda fast í, sigur Rebekka Fjallsá Benbakoura við heimasíðuna hjá FSF.
Samanlagt hevur HB mist seks leikarar. Profilar sum áðurnevnda Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum, sum seinastu mongu árini hevur verið millum stinnastu stuðulsleikararnar hjá HB, verða ikki at síggja á HB-liðnum í ár, og harumframt eru Ninna Hansen, Janita Ole-Jacobsen, Nadja Johannesen og Rannvá Mortensen heldur ikki við longur.
Í staðin eru tveir leikarar komnir til felagið. Sarita Maria Mittfoss er komin aftur úr B36, meðan Kára Djurhuus er komin úr EB/Str/Skála. Samanlagt er hópurin sostattt væl samansettur og spennandi, sigur Rebekka.
21 ára gamli áleyparin heldur harafturat, at nýggir og aðrir leikarar eru til reiðar at fylla meira á liðnum. Við 10 málum í landskappingini gjørdi Julia Naomi Mortensen nógv um seg í fjør, Sarita Maria var toppskjútti hjá grannunum farna kappingarár, og harumframt hevur eitt nú Anitha Mortensen staðið seg væl í venjingardystunum undan kappingarbyrjan.
– Tað verður torført at fylla tómrúmið eftir royndu leikararnar, sum vit hava mist, men vit eru hóast alt heilt væl mannaðar. Uppmøtingin er sera góð og hevur verið tað gjøgnum allan uppstartin, og sum heild hava vit tikið okkum fram. Serliga nógvar av teimum yngru, sum ikki hava fingið nógva spælitíð áður, hava veruliga tikið ábyrgd og gjørt tað gott í venjingardystum, sigur hon.
Nýggj eygu á síðulinjuni
Hóast nakrar broytingar eru í sjálvum hópinum, so eru kanska enn størri broytingar hendar á síðulinjuni hjá HB. Eftir fleiri ár við Allan Dybczak sum venjara, skuldi írin Christopher Harrington standa á odda fyri HB kvinnunum í ár. Samstarvið við íran endaði tó miðskeiðis í februar, og tá traðkaði Kári Reynheim til sum venjari.
Hóast venjaraskiftini sjálvsagt hava sett sín dám á vetrarsteðgin, so vitnar handfaringin av støðuni um, at hópurin hevur góð fólk rundanum seg, sigur Rebekka Benbakoura.
– Vit hava í veruleikanum ongantíð verið uttan venjara, tí vit eru hepnar at hava fantastiska dugnalig og góð fólk rundanum okkum. Eyðvør Jakobsen tók ábyrgd og skipaði góðar venjingar fyri okkum, tá vit annars høvdu staðið uttan venjara, og nú hava vit ein spennandi venjara í Kára, sum sær nýggjar møguleikar við hópinum, sigur hon.
Umframt at nýggju eyguni á síðulinjuni síggja nýggjar møguleikar, so sær áleyparin eisini, at HB kann byggja víðari uppá tað forarbeiðið, sum er gjørt seinastu árini. Uppmøtingin er altíð góð til venjing, og leikarar hava gjøgnum fleiri ár lært at spæla á fleiri plássum á vøllum.
– Í so máta eru vit helst ein spennandi hópur at arbeiða við, tí flestu av okkara leikarum kunnu spæla á fleiri plássum. Tað síggja vit so nú, við at Kári blandar kortini eitt sindur av nýggjum og setur okkum saman uppá mátar, sum vit ikki hava roynt fyrr. Tað kann blíva heilt gott, tað er í øllum førum spennandi, greiðir Rebekka frá.
Skulu læra at bíða
Spurd um vón og væntan fyri komandi kappingarár er málrevurin ikki í iva. HB vil vera við har, sum tað er stuttligast at vera. Men hon væntar samstundis sera nógv av hinum liðunum í Betri Deildini.
– Sum steypavinnarar og nummar tvey í landskappingini fara vit sjálvandi eftir at vinna so nógv, sum gjørligt. Hjá okkum ræður um at hava tol og álit á okkara evnum, tí tá kunnu vit spæla væl ímóti øllum. Men hini liðini eru eisini sterk. Eg vænti serliga nógv av ÍVB, tær eru krútsterkar og gera nøkur fantastisk ting, sum menna teirra kvinnulið, og tað trúgvi eg fer at geva teimum góð úrslit í ár, sigur Rebekka Fjallsá Benbakoura at enda.
Kappingin í Betri Deildini hjá kvinnum byrjar sunnudagin, og HB skal longu í fyrsta dysti á vitjan hjá føroyameistarunum í Klaksvík. Dysturin millum KÍ og HB byrjar kl. 15, og upptaktsgreinin um KÍ kann lesast her.