Í Danmark er nú krav, at øll skulu vísa koronapass til tiltøk, ið samlar fleiri enn 2.000 fólk. Heitt verður tí á áskoðararnar um at møta í góðari tíð til dystin millum Danmark og Føroyar fríggjakvøldið kl. 20:45
——————
Fríggjadagin 12. november klokkan 20:45 danska tíð, møtast Danmark og Føroyar í HM-undankappingardysti í Parkini í Keypmannahavn.
Útselt er til dystin, og tað merkir at beint omanfyri 38.000 áskoðarar vera kring vøllin fríggjakvøldið. Men fyri at sleppa inn, krevst koronapass, ið skal vísast við dyrnar.
Fótbóltssamband Føroya heitir tí inniliga á øll um at møta í góðari tíð, so allir áskoðararnir eru komnir upp á pláss, tá dysturin verður bríkslaður í gongd.
DBU hevur gjørt eina serliga síðu við svari á ofta settum spurningum um koronapass í sambandi við landsdystin fríggjakvøldið.