Í samband við landsdystin millum Ísland og Føroyar mikudagin 15. august, skipar Atlantic Airways fyri eindagstúri til Reykjavíkar
Mikudagin 15. august, kl. 19:45, spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst ímóti Íslandi, á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

Í hesum sambandi skipar Atlantic Airways fyri eindagstúri til íslendska høvuðsstaðin, við nýggja Airbus-flogfarinum.

Prísurin er einans 1.400 krónur, øll avgjøld íroknað, atgongumerki til dystin, og bussflutningur millum Laugardal og flogvøllin.

Flogi verður úr Vágum mikudagin 15. august, kl 15:15, og heimaftur eftir dystin, kl. 23:00.

Meir fæst at vita við at venda sær til skrivstovuna hjá Atlantic Airways, tel. 34 10 17.