Nú ber til hjá øllum feløgum at melda lið til FUTSAL-kappingina sum verður fyriskipað í vetur
Sum fyrr fráboðað, so hevur FSF avgjørt at seta í verk eina innandurakapping frá november 2012 til februar 2013 fyri aldursbólkarnar U12, U14 og U16
Kappingin verður skipað eftir FUTSAL-leistinum, tó nakað tillagað vanligu fótbóltsreglunum.
Av praktiskum orsøkum er hetta fyribils bert fyri dreingir, men ætlanin er eisini at hava genturnar við veturin 2013/2014.
FSF hevur lagt seg eftir, at kappingin verður skipað kring alt landið, og avtalur eru gjørdar við 8 ítróttarhallir leygar- og sunnudagar í vetur.
Skráin sær soleiðis út:
3.-4. november KÍ-høllini
17.-18. november Høllin á Giljanesi
1.-2. desember Høllin í Runavík
8.-9. desember Høllin á Sandi (møguliga á Eiði)
12.-13. januar Høllin á Kambsdali
26.-27. januar Høllin í Trongisvági
9.-10. februar Hoyvíkshøllin
16.-17. februar Høllin á Eiði
Tilmelding:
Hvørt felag kann tilmelda eitt ella tvey lið í hvørjum aldursbólki. Talan er um EINA tilmelding fyri hvørt lið. Tað merkir, at tilmeldingin er galdandi fyri alla kappingina – tað vil siga, fyri allar 8 leikdagarnar.
Tað ber tí ikki til at tekna lið til eina, tvær ella tríggjar kappingar. Eitt lið spælir bara ein dag – leygardag ella sunnudag.
Heitt verður á feløgini um at útfylla tilmeldingarlepan og senda hann umvegis teldupost til [email protected] ella fax 319079.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. oktober 2012.
Luttøkugjaldið er 1.200 kr fyri hvørt liðið.
Kappingin:
– Fýra lið verða í hvørjum bólki (Tó alt eftir hvussu undirtøkan verður).
– Fýra leikarar (møguliga fimm) verða á hvørjum liði.
– Hvørt lið kann í mesta lagi hava 8 leikarar til eina kapping/vikuskifti.
– Hvørt lið spælir í minsta lagi tríggjar (3) dystir eitt vikuskifti.
– Til hvørt vikuskifti, verða liðini bólkaði av nýggjum.
– Seinastu tvey vikuskiftini verður kappast um plaseringar.
– Dreingir U16 fevnir um leikarar føddir í 1997 og 1998.
– Dreingir U14 fevnir um leikarar føddir í 1999 og 2000.
– Dreingir U12 fevnir um leikarar føddir í 2001 og 2002.
Ein slík kapping letur seg bara gera, um fótbóltsfeløgini og Fótbóltssamband Føroya samstarva um praktisku viðurskiftini. Tí vónar og væntar FSF, at feløgini taka undir við kappingini og vilja gera sítt til, at øll fáa eina væleydnaða FUTSAL-kapping veturin 2012-2013.