Áðrenn landsliðsvenjingina fríggjadagin fekk FSF varpið orðið á hjálparvenjaran, Atla Gregersen, sum mikukvøldið fekk heiðurin “Ársins spælari 2024”
– Kenslan er øgiliga góð, og hetta hevði eg gott nokk ikki væntað. Hetta er eisini ein stórur heiður, men tað kemur eisini av, at eg spæli við einum góðum liði, sum bleiv føroyameistari.
Tað sigur Atli Gregersen, fyribils hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, millum annað í samrøða við FSF varpið, tá hann setir orð á, hvussu kenslan var at fáa heiðurin “Ársins spælari 2024”.
Í samrøðuni verður eisini tosað um landsliðsavbjóðingarnar, ið standa fyri framman í næstu viku.
Alla hesa vikuna hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen vant við heimligu spælarunum, sum mánamorgunin seta kós ímóti Armenia og Norðurmakedónia, har seinastu dystirnir í UEFA Nations League 2024-2025 kappingini eru á skránni.