1. deild kvinnur: Eftir fýra umfør í bestu deildini hjá kvinnum, hava klaksvíkskvinnur, sum einasta lið, fingið fulla úrtøku
Seinastu tólv árini hevur KÍ vunnið føroyameistaraheitið í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum. Og hendan myndin sær út til at halda fram. Nú fýra umfør eru spæld, hava klaksvíkskvinnur, sum einasta lið, fingið fulla úrtøku hvønn dyst.

Mikukvøldið spældu KÍ-kvinnurnar útsettan dyst ímóti Skála, sum undan dystinum eisini høvdu fult stigatal. Men KÍ vísti veruliga styrki, og tá avtornaði høvdu føroyameistararnir seinastu nógvu árini vunnið 4-0 á Skála.

Sofía Purkhús skeyt trý av málunum, ið øll komu í fyrra hálvleiki, meðan Maria K. Thomsen staðfesti sigurin í seinna hálvleiki, tá hon skoraði til endaliga úrslitið 4-0 til KÍ.

B36 og EB/Streymur vunnu
Seinasta sunnudag møttust nummar 2 og 3 seinasta kappingarár, AB og B36, á Argjum. Árstalsfelagið vann trupla útidystin 2-1, eftir at AB-kvinnurnar vóru á odda í steðginum.
Doris í Garði Olafsdóttir legði heimaliðið á odda, men í seinna hálvleiki svaraði B36 aftur við tveimum málum innan tveir minuttir. Fyrst javnaði Brynja Høj, áðrenn innskifta Helena Johannesen lítla løtu seinni avgjørdi dystin til fyrimuns fyri B36.

Víkingur, ið endaði á 4. plássi í fjør, og sum eisini hevur verið í oddinum í bestu kvinnudeildini seinastu árini, tapti heldur óvæntað í 4. umfari. Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík var á vitjan við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur tók ímóti. Úrslitið gjørdist ein tryggur 6-3 sigur til kvinnurnar úr sundalagnum.

Úrslitini í 4. umfari:
AB – B36 1-2
EB/Streymur – Víkingur 6-3
KÍ – HB 2-1
Skála – B68/NSÍ 3-1
FC Suðuroy – ÍF 1-7

5. umfar í bestu deildini hjá kvinnum er á skránni sunnudagin 6. mai, og tá verður spælt soleiðis:
B36 – Víkingur (kl. 12.30)
HB – AB (kl. 15.00)
B68/NSÌ – KÍ (kl. 15.00)
EB/Streymur – FC Suðuroy (kl. 17.00)
ÍF – Skála (kl. 18.00)

Støðan 1. deild kvinnur