Eftir javnleik 1-1 í Gundadali ímóti HB, er greitt, at kvinnurnar hjá KÍ eru føroyameistarar 13. árið á rað
KÍ og Klaksvíkin hava 13. árið á rað vunnið føroyameistaraheitið í fremstu fótbóltsdeildini hjá kvinnum.
Hetta gjørdist greitt mikukvøldið, tá HB og KÍ spældu javnleik 1-1 í Gundadali í Havn.
Tá góður tími var spældur, legði Elsa Maria Simonsen føroyameistararnar á odda, og leingi sá út til, at hetta skuldi gerast einasta málið í Gudadali. Men í tíðini sum dómarin legði afturat, varð brotsspark dømt til HB, sum Sára Samuelsen setti í netið.
Dysturin skuldi upprunaliga verði spældur 22. august, men orsakað Europa Cup luttøku hjá KÍ, varð dysturin útsettur.
Samstundis var hetta fyrsti dystur í hesum kappingarárinum, at klaksvíkskvinnur fóru av vøllinum, uttan at hava fingið fulla úrtøku.
17. og næstseinasta umfar í fremstu deildini hjá kvinnum verður spælt sunnudagin 16. september. Seinasta umfar verður spælt sunnudagin 23. september.