Allan Joensen og Leon Bjartalíð gjørdu málini, tá KÍ leygardagin vann finaluna í 3. deild hjá monnum
Leygardagin var Tórsvøllur karmur um finaluna í 3. deild hjá monnum, sum varð spæld millum KÍ og MB.
Og endin gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur til klaksvíkingar, sum vóru frammanfyri við tveimum í steðginum.
Allan Joensen gjørdi tvey á málunum, meðan Leon Bjartalíð skoraði eitt.
Sigurin og uppflytingin hava við sær, at KÍ verður umboðað í øllum deildum hjá FSF komandi kappingarár.