Hóast nógvar málmøguleikar, kom bara tað eina málið, tá Føroyar í dag vunnu 1-0 á La Union, ið til dagligt spælir í triðbestu deildini í Spania
Hóast nógvar málmøguleikar, kom bara tað eina málið, tá Føroyar í dag vunnu 1-0 á La Union, ið til dagligt spælir í triðbestu deildini í Spania.

Dysturin var fyrstu løtuna merktur av, at lítil samanhangur var í føroyska spælinum, meðan spaniólar høvdu bóltin meginpartin av tíðini.

Men sum fráleið fekk føroyska liðið tamarhald á dystinum, og spældu seg til nakrar góðar málmøguleikar. Men inn vildi bólturin tó ikki, og tá fari var til hálvleik, stóð framvegis á jøvnum 0-0.

Eftir hvíldina vóru tað okkara menn ið stýrdu dystinum og spælinum, men framvegis tóktist tað torført at fáa bóltin í netið. Hetta, hóast nakrir málmøguleikar vóru, sum áttu at givið mál.

Ikki fyrr enn tveir minuttir vóru eftir at spæla, eydnaðist tað Føroyum at skora avgerandi málið, og harvið vinna ein tepran 1-0 sigur.

Odmar Færø setti tveir mans av á miðum vølli, og sendi síðani bóltin út í høgra borð til Sølva Vatnhamar. Miðvallarin úr Víkingi sendi væl innfyri, har Klæmint A. Olsen var fyrstur á bóltinum. Og við høvdinum kundi rituvíkingurin leggja Føroyar á odda 1-0, ið eisini var fult í tráð við leikgongdina.

Lítla løtu seinni bríkslaði dómarin av, og føroyska landsliðið hevði vunnið ein tryggan og uppibornan sigur.

Føroyar: Kristian Joensen – Jónas T. Næs, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen – Hjalgrím Elttør, Pætur Dam Jacobsen, Jákup á Borg, Jústinus R. Hansen og Daniel Udsen – Kristoffur Jakobsen

Í seinna hálvleiki komu Rene Tórgarð, Hallur Hansson, Bogi Løkin, Sølvi Vatnhamar, Odmar Færø, Klæmint A. Olsen, Atli Danielsen og Viljormur Davidsen á vøllin.