Aftaná venjingina leygarmorgunin fekk FSF Varpið orðið á málskjúttan móti Spania, Klæmint A. Olsen, sum eina lítla løtu ivaðist í, um hann var offside, tá hann skoraði móti spaniólum

Longu leygarmorgunin klokkan 10:00, eitt hálvt samdøgur aftaná dystin móti Spania, vóru føroysku spælararnir á vøllinum aftur. Nú er sjóneykan sett á dystin móti Norra, sum verður á Tórsvølli mánadagin 10. juni (2. hvítusunnudag) klokkan 19:45.

 

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á málskjúttan móti Spania, Klæmint Andrasson Olsen. Í sendingini fortelur toppskjúttin í føroyskum fótbólti millum annað, hvussu hann upplivdi málið móti Spania, og hvussu tað var at spæla móti Sergio Ramos úr Real Madrid.