Klaksvíksgentur hava vunnið Mótasteypið, felagsliðið úr Gøtu og Leirvík vann Cadbury Steypið, meðan NSÍ hevur vunnið Blaðbera Steypið 2012
Í finaluni um Mótasyepið hjá Gentum U14, møttust B36 og KÍ, og eftir longda leiktíð, fóru klaksvíksgentur avstað við sigrinum.
KÍ vann 2-1, eftir at støðan var javnleikur 1-1, tá vanliga leiktíðin var farin.

Í kappingini um Cadbury Steypið hjá Dreingjum U14, fór Víkingur avstað við sigrinum, eftir stórsigur á EB/Streymi. Úrslitið gjørdist 5-1 til víkingarnar úr Eysturoynni.

Seinasta steypafinalan hjá teimum yngru var millum NSÍ og FC Suðuroy í Dreingir U16. Eisini her varð ein greiður vinnari, hóast dystargongdin var meira jøvn.
Runavíkingar vunnu 6-2, eftir at støðan í hálvleikinum var 2-0 til NSÍ.
Harvið hevur NSÍ vunni Blaðbera Steypið 2012.


NSÍ Dreingir U16  – Steypavinnarar 2012