Hóast munurin á KÍ og B36 ikki var stórur, so megnaða sigursvanda klaksvíksfelagið kortini at hála ein tepran 2-1 sigur í hús. Avgerin fall seint í dystinum
Eftir hornaspark í 76. minutti, eydnaðist tað KÍ framherjanum Sofíu Purkhús at prika bóltin í málið og avgera dystin til fyrimuns fyri tær bláu úr Klaksvík.

Frá byrjan leikaði dysturin annars javnt á, og ilt var at siga, hvør var betra liðið. Í 13. minutti eydnaðist tað kortini KÍ at leggja seg á odda, eftir eitt væl spælt álop og innlegg úr vinstru, sum Sofía Purkhús umsetti til mál.

Men B36 svaraði aftur í 35. minutti, tá Unnur Danielen brádliga gjørdist leys við KÍ málverjanum, Randi Wardum. Unnur var ísakøld og setti bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 1-1.

Seinni hálvleikur var heldur rótutur við nógvum langum sendingum. Sum dysturin leið, var tað kortini KÍ, sum sóu út til at hava neyðugu orkuna, og í 76. minutti gjørdist Suffía Purkhús stóra hetjan, tá hon, við sínum næsta máli, avgjørdi steypafinaluna.