Oddaliðið greiddi sína skyldu, HB vendi gongdini móti ÍVB í seinna hálvleiki, og NSÍ vann tepran sigur á B36


Her eru úrslitini í 10. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum, sum varð spælt sunnudagin.

ÍVB – HB 1-2
Heimaliðið kom betri frá byrjan í Sarpugerði, og legði seg eisini á odda eftir 19 minuttir, tá Jensa Tórolvsdóttir sendi eitt langskot mál. ÍVB hevði eisini møguleika fyri at økja um leiðsluna, men støðan helt sær til hálvleiks. 

Í seinna hálvleiki var HB greitt omaná, men útjavnandi málið lá í luftini eina góða løtu, áðrenn tað gjørdist veruleiki. Tað hendi í 70. minutti, tá Julia Naomi Mortensen umvegis stongina javnaði til 1-1. Gestirnir varðveittu leikligu yvirvágina, og longu fimm minuttir seinni skoraði Sara Samson Lamhauge til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

B36 – NSÍ 0-1
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá nummar tvey og nummar trý brustu saman á Tórsvølli, og dysturin bleiv eisini tættur til tað seinasta. Liðini býttu spælið millum sín og komu til málmøguleikar í báðum endum. 

Einasta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá NSÍ fekk brotsspark, eftir at eitt langskot rakti hondina á einum leikara hjá B36. Rúna Olsen varð sett at skjóta, og hon skoraði trygt tað, sum skuldi vísa seg at gerast sigursmálið.

B36 legði nógv fyri at fáa útjavnandi málið, men hepnið var ikki við teimum í dag. Við sigrinum varðveitir NSÍ 2. plássið, og tær hava eisini spælt ein dyst færri enn HB, sum við sínum sigri í dag yvirhálaði grannarnar á stigatalvuni.

EBS/Skála – KÍ 0-4
Oddaliðið greiddi sína skyldu, tá tær vitjaðu á Eiði, og dysturin var í roynd og veru longu avgjørdur fyrsta hálva tíman. Evy á Lakjuni legði fyri og skoraði fyrsta málið í 8. minutti, og tá 25 minuttir vóru spældir økti Malena Josephsen til 2-0. Bert fýra minuttir seinni skoraði miðverjin Birita Ryan sítt fyrsta mál í ár, tá hon legði KÍ á odda 3-0. 

Trýmálsleiðslan helt sær heilt til tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá slóg Sanna Svarvadal sigurin fastan, og við endaliga úrslitinum 4-0 staðfesti KÍ sína støðu sum greitt oddalið.

Støðan í Betri Deildini hjá kvinnum sæst HER