Tað stóð á gomlum nøglum hjá føroyameistarunum, tá ÍVB vitjaði við Djúpumýru, men í evstu løtu eydnaðist tað Rannvá Andreasen at tryggja KÍ áttanda sigurin á rað
Úrslitini í áttanda umfari í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdust hesi:
KÍ-ÍVB 3-2
Tað gjørdist ein spennandi og intensur dystur úr enda í annan, spælið gekk báðar vegir, og serliga í fyrra hálvleiki fingu áskoðararnir nógv undirhald við heili fýra málum.
Evy á Lakjuni legði fyri í 10. minutti, tá hon slapp framvið Maibritt Olsen í vinstru síðu og legði KÍ á odda við einum sannførandi skoti ovaliga í málinum, og bert fýra minuttir seinni fekk ÍVB brotsspark, sum liðskiparin Jacoba Langgaard umsetti til mál.
Stutta løtu seinni skoraði Gudny Johannesen til 2-1 eftir hornaspark, og beint fyri hálvleik endaði eitt hornaspark hjá ÍVB eisini í málinum til hálvleiksstøðuna 2-2.
Í seinna hálvleiki hildu liðini fram at spæla væl upp ímóti hvørjum øðrum, og hendinga møguleikar fullu báðar vegir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Rannvá Andreasen á vøllin fyri KÍ, og sum so mangan áður gjørdist hon avgerandi, tá alt kom til stykkis.
Tá vanliga leiktíðin var um at renna út, vann KÍ bóltin frá ÍVB á miðvøllinum. Evy á Lakjuni fór til stroks í høgru síðu, og haðani kundi hon leggja bóltin fyri føturnar á Føroya mest skorandi leikara, sum rutinerað sendi hann framvið Hjørdis Nesá, sum var komin út úr ÍVB málinum. Dysturin endaði 3-2, og oddaliðið kann sostatt fegnast um eina ótarnaða sigursrøð, meðan kvinnurnar hjá ÍVB óivað iðra seg um mista stigið, sum lá beint fyri føturnar á teimum allan dystin.
NSÍ-HB 2-0
Spenningur var í luftini við Løkin undan dystinum millum NSÍ og HB, sum fóru av vøllinum við hvør sínum stigi í seinasta dysti teirramillum. Men tað gingu bert fimm minuttir, áðrenn Lív Arge, sum í summar er komin heim at hjálpa barndómsfelagnum, var óheppin at beina bóltin í egið mál. Ein óheppin byrjan uppá kappingarárið hjá landsliðsmiðverjanum, men ein dreymabyrjan hjá NSÍ, sum eisini megnaði at halda leiðsluna restina av dystinum.
Støðan helt sær í fyrstu atløgu til hálvleiks, og tá ein góður tími var spældur, kom Laila Pætursdóttir á máltalvuna fyri fyrstu ferð í ár, tá hon økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Við sigrinum varðveitir og styrkir NSÍ sítt pláss sum nummar tvey í landskappingini, tær eru tó enn í tøttum stríði við B36 og ÍVB um tað plássið.
B36-EBS/Skála 4-1
B36 gjørdi skjótt av í Gundadali, og dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Olga Kristina Hansen legði heimaliðið á odda. Liðskiparin var í hopla í dag, og saman við liðfeløgunum syrgdi hon fyri, at EBS/Skála ikki fekk eitt bein til jørðina allan fyrra hálvleik.
Bert seks minuttir vóru spældir, tá Bara S. Magnussen økti til 2-0, eitt korter seinni sendi Emma Hansdóttir eitt langskot í málið til 3-0, og 10 minuttir fyri hálvleik slapp Olga Kristina Hansen aftur framat. Við hálvleiksstøðuni 4-0 var seinni hálvleikurin í veruleikanum mest ein formalitetur, men tað eydnaðist tó Leu Lisberg at pynta um úrslitið, tá eitt lítið korter var eftir at spæla, soleiðis at dysturin endaði 4-1 til B36.
Stigatalvan og leikskráin í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.