Nú er greitt, at tað verða KÍ og HB, ið skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum
Mikudagin vórðu seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar, og nú er greitt, at tað vera HB og KÍ, ið skulu spæla ársins finalu.
Í Klaksvík spældu KÍ og EBStreymur/Skála javnleik 2-2, og av tí at KÍ vann fyrru hálvfinaluna 1-0, verða tað klaksvíkskvinnur, sum aftur í ár skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum.
Í hinari hálvfinaluni vann HB sannførandi ímóti ÍF/Víkingi. Fyrra dystin vunnu tær reyð-svørtu 6-2, meðan seinna hálvfinalan endaði við trivaligum 5-0 sigri til HB.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.