Sunnudagin klokkan 18:00 verður finalan um Cadburysteypið 2021 spæld á Tórsvølli. Liðini í finaluni eru KÍ og HB

——————

Komandi sunnudag verður Tórsvøllur karmur um finaluna um Cadburysteypið, ið er steypakapping fyri U15 Dreingir. Liðini, ið møtast, eru HB og KÍ. Avspark er klokkan 18:00.

Klaksvíkingar hava vunnið sær pláss í finaluni við at vinna tepurt 2-1 á NSÍ, og síðan ein greiðan 4-1 sigur á Skála í hálvfinaluni.

Fyri dreingirnar í HB hevur vegurin til finaluna verið heldur málríkari. Fyrst vunnu teir reyð-svørtu 5-3 á Víkingi, og síðan mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til, áðrenn teir í hálvfinaluni til endans vunnu samanlagt 7-6 á grannunum úr B36.

Dómari í finaluni verður Jón Tór Baldvinsson, og at hjálpa sær hevur hann Annfinn Hjaltalin og Ronni Granddal.

Finalan í fjør var millum KÍ og B36, sum eftir longda leiktíð og brotssparkskapping endaði við sigri til B36. Hetta er triðja árið á rað, at klaksvíksdreingir eru í finaluni um Cadburysteypið.

KÍ var eisini í finaluni um Cadburysteypið í fjør, men eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, var tað B36, ið fór avstað við steypinum – Mynd: www.FSF.fo