Tað verða U15-dreingirnir hjá KÍ og B36, sum í ár spæla ársins fyrstu steypafinalu. Fríggjakvøldið klokkan 19 fara liðini á Tórsvøll at avgera, hvør skal hava Cadburysteypið

——————

Fleiri av landskappingunum eru komnar at enda, og flestu føroyameistararnir eru funnir. Men kappingarárið er tó ikki liðugt, tí nú skulu steypavinnararnir finnast, og seinni í vikuni verður fyrsta finalan á skránni.

Tað er nevniliga greitt, at tað verða U15-dreingirnir hjá KÍ og FM-vinnararnir úr B36, ið skulu spæla ársins fyrstu steypafinalu. Dysturin verður á Tórsvølli fríggjadagin 6. november klokkan 19:00.

Á vegnum til finaluna hevur KÍ vunnið 5-1 á TB/FCS/Royn, og í hálvfinaluni vunnu klaksvíksdreingirnir 7-0 á AB.

B36 hevur hinvegin spælt ein dyst meir, fyri at røkka finaluni. Í 1. umfari vunnu teir hvítu 4-1 á NSÍ, og í fjórðingsfinaluni vann B36 2-0 á grannunum úr HB. Í hálvfinaluni mátti umdystur til, áðrenn vinnarin var funnin, men tá avtornaði vann B36 2-1 á 07 Vestur.

Í fjør vann KÍ Cadburysteypið við 4-2 sigri á Víkingi.

Allar steypafinalurnar í yngru deildunum verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum.