Sunnudagin klokkan 16 verður ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur, tá ið føroyameistararnir úr KÍ og steypavinnararnir úr B36 møtast á Tórsvølli, har teir kappast um at vinna Stórsteypið, men eisini rætta Epilepsifelagnum eina hjálpandi hond

——————

Kappingarárið í fjør endaði við, at KÍ í landskappingini sera sannførandi var best og við eini rúgvu av ymsum metum tók føroyameistaraheitið í stórum stíli. Hinvegin var B36 undan steypafinaluni ímóti NSÍ í veruleikanum úti av spælinum, men fekk við sigri vunnið steypið og síðsta europeiska plássið í komandi kappingarárinum.

Nú fæst so at síggja, hvussu tey bæði liðini, ið endaðu ovast av øllum í teimum báðum kappingunum, vit hava í føroyskum fótbólti, eru fyri undan nýggju kappingini. Ábendingar hava verið í VFF-kappingini, Klaksvíkskappingini og øðrum venjingardystum, men nú er tað álvari.

Stórsteypadysturin hjá monnum verður bríkslaður í gongd sunnudagin 27. februar klokkan 16 á Tórsvølli, og verður tað Rúni Gaardbo, ið skal leiða ársins fyrsta almenna dyst sum dómari.

Annars eru tað sum vant Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, ið samstarva um dystin og alt rundanum, so FSF tekur sær av tí fótbóltsliga og Lions av tí, ið fevnir um vælgerandi partin.

Tað er í ár Epilepsifelagið, sum í ár fær ágóðan av bæði stórsteypadystunum hjá kvinnum og monnum, umframt stórsteypadystunum í hondbólti, sum vórðu spældir í september í fjør, so samlaða upphæddin, ið er til avlops frá teimum tilsamans fýra dystunum, kemur Epilepsifelagnum til góðar.

Nú fótbólturin fer í gongd, er talan í fyrsta umfari um stórsteypadystin hjá monnunum, tí tann hjá kvinnunum, sum verður millum KÍ og NSÍ, sum ávikavist vóru føroyameistari og steypavinnari í fjør, verður spældur á Tórsvølli um smáar tvær vikur, leygardagin 12. mars klokkan 17.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0
2020: KÍ-HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB-NSÍ 3-1