Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eru spældar í kvøld, og sum úrslitini háttaðu seg, so hava KÍ og B36 gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinalunum
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eru spældar í kvøld, og um alt gongur eftir ætlan, og arbeiðið á Tórsvølli at leggja nýtt graslíki á vøllin, verður liðugt til tíðina, so er nógv sum bendir á, at tað verða KÍ og B36 ið skulu spæla fyrstu steypafinalu hjá kvinnum, á nýggja graslíkinum á Tórsvølli.

KÍ – AB 4-0 (1-0)
Við Djúpumýru í Klaksvík tók KÍ ímóti AB, og við sannførandi 4-0 sigri á argjakvinnum, hava klaksvíkskvinnur so gott sum tryggjað sær annað finaluplássið.
Maria K. Thomsen legði KÍ á odda um miðan fyrra hálvleik, og stutt eftir steðgin økti Rannvá Andreassen til 2-0. Bara fimm minuttir seinni var Maria K. Thomsen aftur upp á spæl, og skoraði til 3-0, áðrenn Sofía Purkhús beint fyri leiklok skoraði til endaligu støðuna 4-0 til KÍ.

B36 – Víkingur 2-0 (1-0)
Á niðara vølli í Havn tók B36 ímóti Víkingi, og her gjørdist støðan 2-0 til heimaliðið í Gundadali.
Katarina K. Saxov legði B36 á odda tá 37 minuttir vóru spældir, og í tíðini sum dómarin legði afturat, tryggjaða Rakul M. Johannesen árstalsfelagnum 2-0 sigurin.

Sostatt hava KÍ og B36 eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinalunum, ið verða spældar mikudagin 27. juni.