Eftir lutakastið í 3-2 mánadagin er greitt, hvussu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum skulu spælast
Mánakvøldið var lutakast um, hvussu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum skulu spælast.

Hanna Olsen, limur í kvinnunevndini hjá Fótbóltssamband Føroya, var í sjónvarpsstovuni, har hon, saman við vertinum Leivur Frederiksen, stóð fyri lutakastinum.

Fyrsta lið úr glaskúluni var KÍ, sum í fyrru hálvfinaluni fær heimavøll ímóti AB. Síðani kom B36, sum í tveimum umførum skal møta Víkingi.

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar 6. og 27. juni.