Tað, sum hevur ligið í luftini tað mesta av kappingarárinum higartil, er nú staðfest: eingin fer at fáa KÍ aftur á stigatalvuni


KÍ vann sannførandi við heili fimm málum móti ongum, tá tær vitjaðu B36 á Tórsvølli í dag. Málveitslan byrjaði longu í triðja minutti, tá Tóra Mohr legði meistararnar á odda, men restin av málunum komu ikki fyrr enn í seinna hálvleiki. Við hvør sínum máli syrgdu Sanna Svarvadal, Evy á Lakjuni, Hervør Olsen og Durita Hummeland tá fyri størsta sigrinum hjá KÍ higartil í ár.

Við 14 sigrum í 14 dystum hava kvinnurnar hjá KÍ stevnt beint móti føroyameistaraheitinum frá fyrsta leikdegi, og við tað, at hini liðini øll hava tikið stig frá hvørjum øðrum, hava tær leingi verið langt fremst á stigatalvuni. Og sum úrslitið í Runavík í dag lagaði seg er nú greitt, at eingin kann innheinta kongabláu føroyameistararnar úr Klaksvík, tí NSÍ skuldi vinna sín heimadyst móti ÍVB fyri at halda lív í teoretiska møguleikanum fyri at fáa KÍ aftur á stigatalvuni.

Dysturin millum NSÍ og ÍVB endaði nevniliga við 2-2 javnleiki, eftir at gestirnir høvdu verið á odda 2-0 í hálvleikinum. Mary Ann Zachariassen legði ÍVB á odda tíðliga í dystinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Jacoba Langgaard um leiðsluna. Leingi sá tað eisini út til, at gestirnir fóru at taka øll stigini við sær úr Runavík, men nakað inn í seinna hálvleik kom NSÍ fyri seg, og trýstið móti málinum hjá ÍVB øktist líðandi. Tað gav úrslit, tá Monika Samuelsen minkaði um munin í 65. minutti, og í allar seinasta minutti av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Margunn Lindholm at javna og tryggja heimaliðnum eitt stig, sum kann gerast týdningarmikið í stríðnum um silvurkrónurnar.

Í triðja dystinum hetta umfarið vann EBS/Skála ein kærkomnan og uppibornan sigur á heimavølli móti HB. Lea Lisberg skoraði einasta málið í dystinum stutt fyri hálvleik, og harvið hevur EBS/Skála vunnið tveir sigrar í ár – báðir á heimavølli móti HB. 

15. umfar í Betri Deildini hjá kvinnum er á skránni um eina viku, tá tekur EBS/Skála ímóti ÍVB, NSÍ tekur ímóti KÍ og grannauppgerð verður í Havn millum B36 og HB.