Tað kravdi tol og áhaldandi arbeiðsorku, men tá samanum kom, hóraði oddaliðið undan og vendi 1-0 til 1-2 á útivølli móti ÍVB


KÍ stevnir beint ímóti føroyameistaraheitinum og hevur framvegis fult stigatal, nú tær hava spælt 12 av 20 umførum. Í dag nærkaðist dysturin tó endanum, áðrenn kongabláu gestirnir tryggjaðu sær sigurin. 
 
Ikki tí, KÍ byrjaði dystin nógv betri og bert fáir minuttir vóru spældir, tá ið toppskjúttin Evy á Lakjuni varð feld í brotsteignum hjá ÍVB. Brotsspark varð dømt, Evy sjálv varð sett at skjóta, men skotið fór uppum málið.
 
ÍVB verjan var undir trýsti mest sum út í eitt í fyrra hálvleiki, og møguleikarnir hjá KÍ vóru stundum so stórir, at kvinnurnar hjá ÍVB kundu vera munandi betri nøgdar við eina málleysa hálvleiksstøðu, enn KÍ kundi vera. 
 
Steðgurin kom tí væl við hjá felagsliðnum, og tær komu betri frá byrjan í seinna hálvleiki. Eftir eina løtu við áhaldandi álopsspæli, fekk Jensa Tórolvsdóttir bóltin fyri føturnar inni í KÍ brotsteignum í 53. minutti. Hon setti hann trygt í netið og harvið kom ÍVB heldur óvæntað á odda 1-0. 
 
KÍ legði nógv fyri løtuna eftir málið, og tá 68 minuttir vóru spældir, fingu tær útjavnandi málið, tá Evy á Lakjuni sjálv rak framvið fleiri ÍVB leikarum og slapp heilt nær málinum, áðrenn hon setti bóltin í netið.
 
Oddaliðið tóktist tó ongantíð nøgdar við javnleikin, og lættin á teimum var eyðsýndur, tá Birita Ryan var hægst og stútaði eitt hornaspark í málið til 1-2 í 78. minutti.
 
Hóast ÍVB royndi at svara aftur, og eisini kom til fleiri góðar møguleikar seinastu løtuna, komu ikki fleiri mál í dystinum.
 
KÍ hevur sostatt framvegis fult stigatal eftir 12 dystir, meðan fýra av hinum fimm liðunum eru í harðari kapping um restina av heiðursmerkjaplássunum.
 
Tveir dystir verða spældir í Betri Deildini hjá kvinnum mikukvøldið – NSÍ tekur ímóti HB og KÍ tekur ímóti EBS/Skála.
 
Leikskráin og stigatalvan í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.