Føroyameistararnir hava nú vunnið fimm dystir á rað, EBS/Skála hevur vunnið sín fyrsta sigur, og slagið um Eysturoynna endaði við javnleiki


Her eru úrslitini í fimta umfari í Betri Deildini, sum varð spælt í kvøld:

B36-KÍ 0-2
Føroyameistararnir vóru aftur í kvøld væl upplagdar, og hóast B36 var leikliga væl við ein stóran part av dystinum, so hevði KÍ tamarhald á støðuni so at siga alla tíðina.

Eftir nakrar meira og minni naskar royndir báðar vegir, legði  Malena Olsen gestirnar á odda við einum frálíkum langskoti, tá knappur hálvur tími var spældur.

KÍ var eisini spælstýrandi í seinna hálvleiki, og umframt at skapa fleiri góðar málmøguleikar, megnaðu tær eisini at halda B36 frá at fáa nakra heilt stóra roynd. Sigurin varð sligin fastur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Rannvá Andreasen skoraði til 2-0, og harvið hevur KÍ vunnið á øllum hinum liðunum í deildini, nú øll hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum.

EBS/Skála-HB 2-1
Við brotssparksmáli í yvirtíðini, tryggjaði EBS/Skála sær fyrsta sigurin í ár, tá HB vitjaði á Eiði. Dysturin var fyri tað mesta javnur, serliga í fyrra hálvleiki, sum eisini endaði málleysur. Stutt inn í seinna hálvleik løgdu gestirnir seg tó á odda, tá Julia Naomi Mortensen skoraði sítt fyrsta mál í ár. Løtu seinni javnaði Anna Katrina Mikkelsen fyri EBS/Skála, og so var dysturin aftur víðopin.

Restina av dystinum var HB meira á bóltinum, tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar, og alt bendi á, at dysturin fór at enda við javnleiki. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk heimaliðið brotsspark, sum Birna T. Mikkelsen umsetti til mál.

Harvið hevur EBS/Skála vunnið sín fyrsta sigur í ár, og tær yvirhála sostatt HB, sum enn ikki hevur vunnið nakran dyst í ár.

ÍVB-NSÍ 1-1
Liðini fingu eitt brotsspark, eitt mál og eitt stig í part, tá slagið um Eysturoynna stóð í Sarpugerði í kvøld. Spælið var hampuliga javnt býtt millum liðini í fyrra hálvleiki, tó fekk heimaliðið nakað meira burturúr í málmøguleikum.

Hjá NSÍ gekk álopsspælið sum vera man gjøgnum kvika liðskiparan Heidi Sevdal, og tað var eisini hon, sum skaffaði teimum eitt brotsspark stutt fyri hálvleik. Hetta setti Rúna Olsen í netið til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur líktist í stóran mun fyrra, og heimaliðið legði við tíðini vaksandi trýst á málið hjá NSÍ. Hetta gav úrslit  miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ÍVB fekk brotsspark, sum Jacoba Langgaard umsetti til mál. ÍVB helt eisini á at royna eftir sigursmálinum seinastu løtuna, men nærri enn nøkur heilt góð langskot komu tær ikki. Dysturin endaði sostatt við javnleiki 1-1.

Stigatalvan og leikskráin í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.