Við tryggum 3-0 sigri á NSÍ í næstseinasta umfarinum, hevur KÍ vunnið føroyameistaraheitið fyri Dreingir U18
Undan seinasta umfarinum í kappingini Dreingir U18 er greitt, at KÍ vinnur deildini og føroyameistaraheitið 2012.
Í gjárkvøldið vunnu KÍ-unglingarnir 3-0 við Løkin í Runavík, har NSÍ tók ímóti. Leivur Joensen, Petur Andreasen og Jóannes Bjartalíð gjørdu málini fyri klaksvíkingar (málini kunnu síggjast í innslagnum niðast á síðuni).
Seinasta umfar í kappingini fyri Dreingir U18 verður spælt komandi hóskvøld, og tá skuldi KÍ upprunaliga endað kappingarárið ímóti B68. Men av tí at toftamenn hava tikið liðið úr kappingini, vinnur KÍ dystin við málmuninum 3-0.
Kortini fara unglingarnir hjá KÍ at spæla dyst hóskvøldið. Avtala er nevniliga fingin í lag við eitt felagslið av Skálafjørðinum, sum verður mannað við leikarum úr NSÍ og B68, og møguliga leikarum úr øðrum fegøgum.
Trý stríðast um silvur
Kappingin um silvur- og bronsuheiðursmerkini er framvegis hørð, har B36, HB og EB/Streymur stríðast um at vinna 2. plássið.
Seinasta umfar í kappingini Dreingir U18 verður spælt hóskvøldið 20. september.
Í innslagnum niðanfyri eru málini úr dystinum millum NSÍ og KÍ, sum varð spældur í gjárkvøldið. Eisini eru samrøður við Petur Andreasen, liðskiparan hjá KÍ, og venjaran, Regin Sivertsen.