Við fullum stigatali gjørdust KÍ kvinnur føroyameistarar 2023.


Seinasta umfar í Betri deildini hjá kvinnum bleiv leikt í dag. Kappingin um føroyameistaraheiti bleiv avgjørt fyri nøkrum vikum síðani, men undan dagsins umfari, var enn spenningur um hvør fór avstað við silvurkrónunum. NSÍ og HB høvdu undan dagsins dysti bæði 42 stig á 2. og 3. plássi. HB tók ímóti KÍ á heimavølli, meðan NSÍ hevði vitjan av EB/S/Skála, sum undan dagsins dysti lá á næstaftasta plássi við 10 stigum.

Hóast klaksvíkskvinnur longu høvdu tryggjað sær FM, so helt sigursrøðin hjá teimum fram, og vunnu tær eisini seinasta dystin. Úrslitið gjørdist 2-0 til útiliðið við málum frá Eyðvør Klakstein og Rebekku Benbakoura. Tá NSÍ ikki gjørdi matari enn at vinna 8-0 á EB/S/Skála, vóru tað tísskil runavíkskvinnur sum fóru avstað við silvurkrónunum.

Á ovara vølli í Gundadali vann B36 5-0 á TB/FCS/Royn. Fjóðri dysturin í 21. umfari bleiv leiktur seinasta vikusskifti, tá ið Víkingur vann 4-0 á 07 Vestur.

Endaliga úrslitið í Betri deildini hjá kvinnum gjørdist tí soleiðis.

1. KÍ

2. NSÍ

3. HB

4. B36

5. Víkingur

6. 07 Vestur

7. EB/S/Skála

8. TB/FCS/Royn

Herfrá ynskja vit KÍ hjartaliga tillukku við FM heitinum. Eisini tillukku til NSÍ og HB við silvur- og bronsuheiðursmerkjunum.

Bjarni Enghamar var á Tórsvølli við myndatólinum í dag.