Tað gjørdist ein spennandi finala, har liðini vóru omaná í hvør sínum hálvleiki


Spenningurin var stórur undan kvinnufinaluni á Tórsvølli millum føroyameistararnar KÍ og HB, sum í landskappingini endaði á triðja plássinum. Og tað var heilt greitt HB, sum kom betri frá byrjan í dystinum.

Við væluppløgdum og álopssinnaðum spæli, løgdu havnarkvinnur trýst á tær kongabláu, og fleiri ferðir vóru tær eisini nær við at leggja seg á odda. 

Men so – eftir 20 minuttir – fekk KÍ horna í høgru síðu. Tórunn Højgaard Joensen legði bóltin væl inn í brotsteigin, har Durita Hummeland við pannuni legði KÍ á odda. 

Hetta tók tó ikki luftina úr HB ballónini, og tað gingu ikki nógvir minuttir, fyrr enn eitt greitt aftursvar kom úr reyðsvørtu leguni. 

Eftir gott uppspæl úr høgru síðu, sendi Ása Carlsen eitt gott innlegg beint fyri føturnar á Lív Rúnadóttir, og so stóð 1-1 á máltalvuni. 

Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan, men eftir steðgin fór dysturin at ganga øvugtan veg. KÍ kom aftur á vøllin við meira yvirskoti, og hetta gav úrslit í 56.minutti, tá Tóra Mohr skoraði sigursmálið, sum altso endaði við at tryggja KÍ greipuna í kappingarárinum 2022. 

Niðanfyri er myndarøð frá finaluni, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.