Nú er greitt hvørji lið skulu spæla fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið er spælt í dag. Í fýra av teimum átta dystunum, ið vórðu spældir seinnapartin, var talan um uppgerðir millum lið úr Effodeildini. Av hesum fýra dystunum, spældu EB/Streymur, HB, KÍ og Víkingur seg víðari í steypakappingini.

Í Sarpugerði í Norðragøtu skoraði Kaj Leo í Bartalstovu avgerandi málið, sum tryggjaði Víkingi ein tepran 1-0 sigur á B36. Sostatt eru føroyameistararnir longu eftir 1. umfar lidnir í ársins steypakapping.

Finalistarnir seinastu tvey árini, ÍF og EB/Streymur, spældu í Fløtugerði í Fuglafirði. Longu í 2. minutti komu gestirnir á odda, tá Arnbjørn Hansen skoraði fyri sundalagsmenn, men beint fyri steðgin javnaði Jan Ellingsgaard til hálvleiksstøðuna 1-1. Um miðan seinna hálvleik legði Levi Hanssen EB/Streym á odda 2-1. Hendan støða helt sær í bara tríggjar minuttir, so javnaði Bartal Eliasen við brotssparki. Fimm minuttir seinni var aftur mál, og aftur hesu ferð var tað EB/Streymur ið skoraði. Jónhard Frederiksberg stóð fyri triðja málinum hjá sundalagsmonnum, og bara ein minutt seinni avgjørdi Sorin Anghel dystin til fyrimuns fyri EB/Streym, sum sostatt vann 4-2 á ÍF

Í Klaksvík spældu KÍ og NSÍ, og her dróg heimaliðið longra stráðið og vann 4-2. Kristoffur Jakobsen skoraði tvey mál fyri KÍ, meðan Páll Klettskarð gjørdi eitt. Fjórða málið hjá klaksvíkingum var sjálvmál. Málini hjá NSÍ skoraði Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen.

Í fjórða dystinum millum lið úr bestu deildini, vann HB 3-1 á TB. Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen og Christian R. Mouritsen gjørdu málini fyri HB. Poul Ingason skoraði einsamalla málið hjá tvøramonnum.

Á Toftum vann B68, ið hevur fingið ein ringa byrjan í landskappingini, 2-1 á 07 Vestur, úr næsbestu deildini. Málskjúttar vóru Remi Langgaard og Jústinus R. Hansen. Málið hjá 07 Vestur gjørdi Hans Arne Ellefsen.

Eisini FC Suðuroy gjørdi sína skyldu, og vann sannførandi á Skála. Úrslitið gjørdist 5-0 til FC Suðuroy. Jón Krosslá Poulsen og John T. Poulsen skoraðu tvey mál í part, meðan Heini Vatnsdal gjørdi eitt mál fyri FC Suðuroy.

Seinasti dysturin í dag varð spældur í Havn, har Undrið FF, úr triðbestu deildini, tók ímóti B71, sum spælir ið næstbestu deildini. Endaliga úrslitið gjørdist 10-8 til sandoyingar, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.
Eftir fyrstu 45 minuttirnar var Undrið FF á odda 1-0, men tá nakað var spælt av seinna hálvleiki var støðan 3-1 til B71. Vertirnir stríddu seg inn í dystin aftur, og komu fram um 4-3, áðrenn sandoyingar stutt fyri leiklok javnaðu til 4-4.
Síðani var fari undir tvær ferðir 15 minuttir, og tá fingu bæði liðini hvør sítt mál. Tí mátti dysturin avgerast úr ellivu metrum. Her dróg B71 longra stráðið, og vann 5-3, og samanlagt 10-8.

Úrslitini í dag vórðu hesi:
KÍ-NSÍ 4-2
ÍF-EB/Streymur 2-4
Víkingur-B36 1-0
B68-07 Vestur 2-1
AB-Giza/Hoyvík 5-2
FC Suðuroy-Skála 5-0
TB-HB 1-3
Undrið FF-B71 8-10 (br.)