Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í UEFA mini-kappingini í Norðurírlandi. Íslendingar vunnu 5-0
Føroyska U17-landslðið við dreingjum, sum hesa vikuna hevur luttikið í UEFA mini-kapping í Belfast í Norðurírlandi, tapti eisini seinasta dystin í kappingini.
Úrslitið gjørdist 5-0 til íslendingar, eftir at støðan i steðginum var 2-0 til Ísland.
Tað vóru annars føroyingarnir, ið sótu á øllum spælinum fyrsta korterið, og komu til fleiri góðar málmøguleikar. Men í avgerðandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, og tá dómarin í tveimum førum gav gult kort til føroyskan leikara, ið hevði við sær, at viðkomandi skuldi av vøllinum í tíggju minuttir, tóku íslendingar av, og skoraðu tvær ferðir áðrenn steðgin.
Tað, sum fyrstu løtuna sá ógvuliga gott út fyri føroyska liðið, gjørdist ístaðin ein strævin mótbrekka restina av dystinum, og hóast okkara leikarar stríddust, so megnaðu teir ongantíð at koma inn í dystin aftur. Ísland skoraði trý mál afturat eftir steðgin, so endaliga úrslitið gjørdist 5-0 til grannarnar fyri norðan.
Næsta uppgáva hjá U17-landsliðið við dreingjum verður um mánaðarskifti juli-august, tá árliga Norðurlandameistarakappingin er á skránni, og sum í ár verður í Danmark. Í september skal føroyska U17-liðið til EM-undankapping í Írlandi.